140x140

At kæra eina umhvørvisgóðkenning

Ein umhvørvisgóðkenning kann, eins og allar aðrar avgerðir hjá fyrisitingini, kærast til hægri myndugleika. Umhvørvisgóðkenningar kunnu kærast til landsstýrismannin í umhvørvismálum.

Øll, sum hava ein rættarligan áhuga í málinum, kunnu kæra. Hetta er fyrst og fremst tann, sum hevur søkt um umhvørvisgóðkenning, men eisini eitt nú grannar, ið kunnu verða ávirkaðir av virkseminum.

Ynskir tú at kæra eina umhvørvisgóðkenning, ella eina treyt í eini umhvørvisgóðkenning, skal tað gerast innan fýra vikur frá, at umhvørvisgóðkenningin er lýst í bløðunum.

Kærur skulu sendast til Umhvørvisstovuna, sum saman við viðkomandi skjølum í málinum, sendir hana víðari til Fiskimálaráðið til viðgerðar. Avgerðin hjá Fiskimálaráðnum er endalig.

 

Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo

At kæra eina umhvørvisgóðkenning