140x140

Rottangar og reinsiverk

Spillivatn frá WC skal leiðast gjøgnum ein rottanga áðrenn tað verður leitt út á sjógv, antin tað fyrst fer í eina kloakkskipan ella tað fer beinleiðis á sjógv.

Áður var vanligt, at hvørt húsarhald hevði egnan rottanga. Nú gerst tað alt meira vanligt, serliga í nýggjum útstykkingum, at fleiri hús eru felags um ein stóran rottanga.

Hvussu virkar ein rottangi?

Ein rottangi reinsar spillivatn mekaniskt. Tað vil siga, at tilfar og evni, sum antin eru tyngri enn vatn (evni, sum fella niður á botn) ella lættari enn vatn (evni, sum flóta) verða hildin aftur í rottanganum. Vatnið, sum rennur frá rottanganum er tá reinari enn tað, sum rann í tangan.

Rottangar reinsa betri tá støddin á tanganum er lutfalsliga stór í mun til nøgdina av spillivatni, sum rennur í tangan. Ov smáir og ov fyltir tangar reinsa ikki væl. 

Rottangar skulu tømast eina ferð um árið, ella so ofta sum neyðugt, fyri at tangin skal virka til fulnar. Um tangin er fullur, rennir spillivatni beint ígjøgnum tangan, og fer óreinsað á sjógv.

Hvørjir rottangar kunnu brúkast?

Kommunur skulu altíð tryggja sær, at rottangar, sum verða tiknir í nýtslu, lúka krøvini í vegleiðingini um krøv til rottangar. Munur er tó á, um talan er um um húsarhaldsrottangar (2 m3) ella um rottangar, sum eru størri enn 2 m3.

Einans húsarhaldsrottangar, ið eru góðkendir av Umhvørvisstovuni kunnu brúkast. Her er listi yvir góðkendar rottangar.

Tangar, størri enn 2 m3, kunnu ikki takast í nýtslu, uttan at kommunan hevur tryggjað sær, at tangin lýkur krøvini í hesi vegleiðing. Fyri at meta um hetta, má kommunan biðja framleiðara/seljara/innflytara um at útvega skjalprógv, eitt nú góðkenningar.

Vegleiðing um krøv til rottangar  

Vegleiðing um krøv til rottangar er ætlað kommunum fyri at gera tað greiðari hjá teimum at seta neyðug krøv til rottangar (størri enn 2 m3), soleiðis, at hesir virka eftir ætlan, og eru lættir at tøma og røkja.

 

Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo

Rottangar og reinsiverk