140x140

Hvat er spillivatn og hvørji árin kann tað hava?

Spillivatn er eitt felagsheiti fyri alt tað vatn, ið endar í kloakkini. Vanliga kemur spillivatn frá húsarhaldum og virkjum, men summastaðni, kanska serliga í eldri  býlingum,  rennur eisini regnvatn og távatn frá vegum, parkeringsøkjum og húsatekjum í kloakkina og blandast við spillivatninum.

 

Spillivatn frá húsarhaldum inniheldur føst lívrunnin evni, so sum skarn frá fólki, matleivdir v.m. og upployst lívrunnin evni og føðslusølt. Eisini inniheldur spillivatn ofta ymisk kemikalii, ið stava frá reingerðarevnum, heilivági, málingarestum og øðrum, sum verður skolað út gjøgnum vøsk ella vesi. Harafturat inniheldur spillivatnið frá húsarhaldum bakteriur, virus og snultarar av ymiskum slagi, sum kunna vera sjúkuelvandi fyri bæði djór og menniskju.
 
Man kann býta virkisspillivatn sundur í tvey: spillivatn, ið líkist vanligum húsarhaldsspillivatni, og so spillivatn, ið kann innihalda serliga nógv kemikalii, metallir og onnur eiturevni, ið kunnu taka langa tíð at niðurbróta og kunnu skaða og eitra umhvørvið. Virkisspillivatn kann eisini innihalda nógv lívrunnin evnir, t.d.  frá fiskavirkjum. Regnvatn inniheldur køvievni (nitrogen), og aftaná at hava runnið á tekjum og vegum, kann regnvatn eisini  innihalda metallir, olju og onnur lívrunnin evnir.

Høga innihaldið av føðslusøltum í spillivatni ger, at talið av algum, har spillivatnið verður útleitt, økist. Hetta, tí føðslusøltini, serliga fosfat og køvievni, virka sum tøðevni fyri algur.  Vatnið kann gerast brúnt og slímut av teimum nógvu algunum. Sólarljós sleppur tí verri niður til planturnar á botninum, og plantuvøksturin á botninum verður tarnaður.
Tá algurnar doyggja, søkka tær niður á botn. Bakteriur á botni brúka nógv súrevni til at niðurbróta algurnar, og kann hetta føra við sær súrevnistrot. Høgt innihald av øðrum lívrunnum evnum í spillivatni kann á sama hátt eisini elva til súrevnistrot. Úrslitið kann verða, at fiskar og onnur djór rýma, meðan tey dýrini, ið ikki kunnu flyta seg, doyggja. Trot á súrevni kann eisini hava við sær, at bakteriur á botni gera svávulbrintu. Hon luktar illa, og kann botnurin, har spillivatnið verður leitt út, gerast svartur og slímutur.

Handfaring av spillivatn kann hava stóran týdning bæði fyri heilsuna og umhvørvisgóðskuna. Tí er umráðandi, at spillivatn ikki verður leitt út í løkir, áir, veitir, vøtn, fjøru o.tíl., men verður leitt út á sjógv, har rákið førir spillivatnið frá landi, og har vatnskiftið áhaldandi er so stórt, at spillivatnsútleiðingar hvørki elva til uppsavnan av evnum ella tilfari.
 

Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo

Hvat er spillivatn og hvørji árin kann tað hava?