140x140

Spillivatn og landbúnaður

Frárenning frá landbúnaði

Frárenningar frá fjósum, stallum o.t. skulu førast í køst, mykjubrunn ella tílík í tøttum leiðingum. Køstar, mykjubrunnar, eins væl og súrhoyggjabrunnar skulu verða vatntættir bæði í botninum og til veggirnar, hava tætt lok ella annað, sum forðar fyri avguvan og luktampum.

Sostatt eigur eingin frárenning frá landbúnaði út í náttúruna at koma fyri, tíansheldur ber ikki til at binda frárenning frá landbúnaði í eina kommunala kloakk. Lóggávan loyvir heldur ikki kommunustýrum at geva undantak frá hesum ásetingum.

Í kunngerðini um umhvørvisreglur er ásett, at køstar, mykjubrunnar og súrhoyggjabrunnar o.t. skulu tømast so ofta, at eingin vandi er fyri, at teir flóta yvir. Tøð frá køstum og mykjubrunnum skal nýtast til taðing, uttan at tað elvir til dálking av áum ella er til ampa fyri fólk, ið búgva nærindis.
 

Landbúnaður og spillivatnsætlan

Av tí, at frárenningar frá landbúnaði ongantíð eiga at vera íbundnar kommunalu spillivatns- skipanina, er frárenning frá landbúnaði vanliga ikki viðkomandi fyri eina kommunala spillivatnsætlan. Tó so, er støðan tann, at frárenningar frá landbúnaði longu eru bundnar í kommunalu spillivatnsskipanina, so skal hetta sjálvandi tilskilast í spillivatnsætlanini sum ólóglig íbinding. Spillivatn frá WC og húsarhaldi, á t.d. einum bóndagarði, skal sjálvsagt við í ætlanina.

Ein máti at gera vart við, at landbúnaður ikki er partur av eini spillivatnsætlan, er at skriva tað í ætlanina.

Hervið er ikki sagt, at frárenning frá landbúnaði als ikki skal verða umrøtt í eini spillivatnsætlan. Um eitt kommunustýri t.d. ynskir at frárenning frá landbúnaði út í áir og vøtn, skal vera partur av spillivatnsætlanini, so ber til at gera ein serstakan part í ætlanini, sum er um frárenning frá landbúnað og dálking, sum stendst av hesum. Men slík viðurskifti skulu ikki vera partur av korttilfarinum, ei heldur verða tikin við í kommunalu raðfestingunum í spillivatnsætlanini.

Um ein á er dálkað av frárenning frá landbúnaði, er tað brot á kunngerð um umhvørvisreglur. Kunngerðin gevur kommunustýrinum heimild at geva tí, sum hevur ábyrgd av frárenningini, boð um at fáa viðurskiftini í rættlag.

Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo

Spillivatn og landbúnaður