140x140

Einnýtisíløt

Ein og hvør, sum ætlar at framleiða ella innflyta drykkir í einnýtisíløtum, skal søkja um loyvi.

Returskipan

Fyri at fáa loyvi krevst, at framleiðarin ella innflytarin hevur eina vælvirkandi returskipan og at tóm íløt, sum verað latin inn aftur, verða send til endurvinningar. Tann, sum selur drykkir í einnýtisíløtum, hevur skyldu til at taka ímóti tómu íløtunum, eins og tað er ein skylda at krevja pant við sølu og at lata pant tá íløt verða latin inn aftur. Sama pantupphædd, sum verður kravd við sølu, eigur at verða latin tá tómu íløtini verða latin inn aftur.

Pantupphæddir

Pantið, sum við sølu og móttøku eigur at verða kravt og latið, er:

  • 0,5 litur ella minni:    kr. 2,00 (v/ mvg)
  • størri enn 0,5 litur:    kr. 4,00 (v/ mvg)

Kravdar skrásetingar hjá loyvishavarum

Loyvið útgreinar, hvørjar skrásetingar loyvishavarin skal gera um sølu og móttøku av íløtum. Einaferð um árið skulu skrásetingar um innflutt, seld og móttikin íløt, umframt skrásetingar um kravt og útgoldið pant, latast Umhvørvisstovuni.

Tølini frá øllum loyvishavarum verða gjørd upp, og retur-%'ið fyri alt landið verður útroknað. Tess hægri retur-%, tess betri virkar returskipanin. 

Loyvishavarar

Her er listi yvir øll, sum hava loyvi at innflyta og selja einnýtisíløt í Føroyum.

Umsóknarblað

Umsóknarblað at brúka fyri at søkja um loyvi at innflyta og selja einnýtisíløt

 

Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo

Einnýtisíløt