140x140

Plattar

Virki, sum framleiða plattar og annað pakkitilfar úr timbri til nýtslu í millumtjóða samhandli, skulu hava góðkenning til hesa framleiðslu.

Virki skulu søkja um góðkenning ella endurnýgging av góðkenning hjá Umhvørvisstovuni. 

Umhvørvisstovan ásetur í góðkenningini treytir um, hvussu virkini skulu hitaviðgera, framleiða, umvæla, endurnýggja og merkja plattar, pakkitilfar o.a. Harafturat setir Umhvørvisstovan treytir um góðskustýring, innaneftirlit og skjalprógv.

Umsókn

Umsóknarblað um góðkenning at framleiða plattar og annað pakkitilfar

Vegleiðing

Vegleiðing til virki, sum framleiða ella umvæla pakning, plattar o.a úr innfluttum, viðgjørdum viði 

Góðkend virki

Listi yvir virki, sum hava góðkenning til at framleiða plattar og annað pakkitilfar úr timbri er her

 

Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo

Plattar