140x140

Órudd

Munnu flestu okkara ikki stundum undrast á, at órudd og burturkast skeppur at liggja á almennum støðum? Bæði á bygd og í bý, í haga og í fjøruni. Rustaðar bingjur, bilvrak, traktorar og eisini gomul aliútgerð.

Órudd á almennum plássum

Kommunustýrið skal halda almenn pláss, vegir, áir, áarinntøk við veg og rennur rein og ruddilig. 

Órudd á privatum øki

Avvarðandi eigari skal halda tún og onnur privat uttandura øki rein og ruddilig. 

Um privatur persónur ikki heldur egin øki ruddilig, kann kommunustýrið geva boð um, at órudd og annað burturkast skal beinast til hóskandi stað.

Vegleiðingar

 

Vilt tú vita meira, so ring til okkum, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo

Órudd