140x140

Flammutálmarar

Flammutálmarar verða brúktir til at forða fyri, at eldur kyknar í tilfari, og til at minka um spjaðing av eldi  

 

Hvar finna vit vanliga flammutálmarar?

Dømi um vørur, sum kunnu vera viðgjørdar við flammutálmarum, eru klæði og innbúgv, verndarklæði, gummikáplar, bjálvingarevni umframt elektriskar og elektroniskar vørur.
 

 

Langlívað og heilsuskaðilig evni

Endamálið við flammutálmandi evnum er at verja vøruna gjøgnum alla livitíðina, og eru tey tí framleidd soleiðis, at tey ikki verða niðurbrotin . Tey eru sostatt sera haldfør, tá tey koma út í umhvørvið.
Summi flammutálmandi evni hópast upp í umhvørvinum, og kunnu í summum førum vera til vanda fyri heilsuna. Av tí, at tey hava langa livitíð, kunnu tey spjaðast víða, og kunna sostatt finnast langt burtur frá, har tey vórðu leidd út.
 

Tað finnast um 70 sløg av bromeraðum flammutálmarum, og kunnleikin um teirra heilsu- og umhvørvisskaðiligu eginleikar er misjavnur. Fimm teir mest brúktu bromeraðu flammutálmararnir eru:

  • Pentabromdifenyletur
  • Oktabromdifenyletur
  • Dekabromdifenyletur
  • Tetrabrombisfenol A (TBBP-A)
  • Hexabromcyklododekan (HBCDD)
     

Bromeraðir flammutálmarar verða mettir at vera munagóðir flammutálmarar. Einans rættiliga smáar nøgdir skulu til, fyri at gera góðan mun. Tá evni, sum eru vard við einum bromeraðum flammutálmara, brenna, fer fram ein kemisk tilgongd, sum ger, at eldsbrunin steðgar, og spjaðist eldurin tí ikki.
 

Fleiri flammutálmarar t.d. penta- og oktabromdifenyletur eru bannaðir í altjóða sáttmálum.

 


Vørur við bromeraðum flammutálmarum:
 

- Klæðir - les meira her
- Toy – til innandurað nýtslu - les meira her
- Fartelefonir o.a. - les meira her

 

 

 

Vit tú vita meira?
Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400 ella skriva til okkara á us@us.fo

 

Flammutálmarar