140x140

Rotvardur viður

Fleiri evni, ið hava verið brúkt til at verja timbur móti roti, eru eitrandi, og kunnu seta heilsuna hjá fólki í vanda og dálka umhvørvið. Rotvardur viður kann innihalda arsen, krom, kopar og tjøruevnið kreosot.


Viður, sum er viðgjørdur við kreosot, er svartur ella brúnligur á liti, og hevur ein sterkan eyðkendan lukt av tjøru. Viður, sum nýliga er trýstviðgjørdur við arsen og kromi, hevur ein veikan gulgrønan lit, meðan viður, sum er viðgjørdur við rotverju við kopari, er týðiliga grønur. Liturin ferst við tíðini.

 

Hóast eitrandi evnini ikki verða brúkt í sama mun nú sum áður, er týdningarmikið at geva sær far um vandan. Í mun til ES og grannalondini, er ongin lóggáva í Føroyum, sum tryggjar, at eitrandi evni ikki eru í rotvardum viði, sum fæst til keyps. 
 

 

Dømi um dálkandi evni í rotvardum viði:

 

  • Kreosit

                                                

 

Er neyðugt við rotverju?

Váta veðurlagið her á landi ger tað neyðugt at tryggja sær, at timbur, sum ikki altíð stendur turt, er vart ímóti roti. Vanligasta loysnin er helst at keypa timbur, sum er rotvart við kemiskum evnum. Hóast hetta óivað er tryggasta loysnin, merkir tað eisini, at viðurin inniheldur kemisk evni, sum kunnu dálka umhvørvið.

  

Hvørjir eru valmøguleikarnir?

Óviðgjørdur viður kann í ávísum førum brúkast í staðin fyri rotvardan við. Tó er helst oftast neyðugt at viðgera viðin á annan hátt, t.d. mála ella smyrja við olju. 

Eisini ber til at keypa við, sum er viðgjørdur við línolju. Kjarnutræ, lerkur og eik halda longri enn nógv onnur sløg. Hitaviðgerð verður eisini brúkt til at økja um haldførið á viði. Hesar loysnir kunnu tó vera dýrari og krevja meira viðlíkahald. 

 

Góð ráð 

Áðrenn tú tekur avgerð um, hvør viður er best egnaður til tína nýtslu, er skilagott at spyrja seg fyri um møguleikar at fyribyrgja og verja viðin ímóti roti. Spyr til dømis um:

  • Hvørji virkin evni eru í rotverjuevninum 
  • Hvussu viðurin skal viðgerast 
  • Heilsuvanda og fyribyrgjandi tiltøk 
  • Burturbeining av rotvardum viði 


Góðkend rotverjuevni

Skal tú keypa rotvardan við, og ynskir tú at tryggja tær, at viðurin er viðgjørdur á rættan hátt og uttan nýtslu av mest skaðiligu rotverjuevnunum, kanst tú biðja um rotvardan við, sum er merkur við NTR merkinum. Les meira um NTR merkið her.

Skal tú sjálv/ur viðgera viðin við rotverju, og ynskir at kanna um rotverjuevni tú ætlar at keypa, er í lagi umhvørvisliga, ber til at kanna um vøran er góðkend av umhvørvismyndugleikum, antin í Danmark ella Svøríki.

Gev gætur, at rotverjuevni kunnu vera góðkend uttan at vera á danska ella svenska listanum. Les meira um góðkend rotverjuevni og nýtslu av teimum  her.
 

 

Svanurin og Blóman

Umhvørvismerkini gera tað lætt og skjótt at finna umhvørvisvinarligar vørur. Les meira um umhvørvismerkir her. Tá ein vøra er merkt við Svananum ella Blómuni, er tað trygd fyri:

  • At vøran er millum tær minst umhvørvistyngjandi av sínum slag.
  • At atlit eru tikin fyri tínari heilsu
  • At góðskan er góð

 

Svana- og Blómumerkt træ 

 

Rotvardur viður er serliga dálkandi burturkast

Rotvardur viður kann ikki brennast sum annar viður, men skal tyrvast.
 

Viður, sum er viðgjørdur við kreosot, arseni, kromi ella kopari, er serliga dálkandi burturkast. Eitrandi evnini oyðileggjast ikki í einari vanligari brennistøð. Rotvardur viður skal tí ikki brennast, men burturbeinast sum serliga dálkandi burturkast. Í Føroyum verður impregneraður viður tyrvdur á góðkendum tyrvingarplássum.

Tað kann vera torført at kenna mun á gomlum rotvardum viði, og viði, sum er óviðgjørdur. Um tú ert í iva, far so við honum, sum var hann viðgjørdur. Lat hann inn sum serliga dálkandi burturkast.

Les meira um burturkast við kemiskum evnum her.
 

 

Vandamikil roykur!

Viður, sum er  rotvardur við kromi, kopari ella arseni má als ikki brennast á báli. Roykurin, eins væl og øskan, frá einum slíkum báli er sera eitrandi. Les her vegleiðing um brenning á báli ella eldstaði.

 

Les hvat onnur skriva

  

Vit tú vita meira?
Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400 ella skriva til okkara á us@us.fo

 

Rotvardur viður