140x140

Húsarhaldskemikalii

Húsarhaldskemikalii sum lampuolja, klorin, salmiakkspiritus, gróðurreins, máling, evni at reinsa frárensl og líknandi vørur, ið eru merkt við vandamerki, eiga at handfarast við varsemi. 

 


Góð ráð 

  • Goym kemikalii á einum tryggum stað, har børn ikki sleppa at,
  • Les vørulýsingina væl, nýt vøruna sum fyriskrivað er á ílatinum, og tak øll neyðug atlit at tryggja, at vandi ikki stendst av nýtsluni,
  • Tak vandamerkini í álvara. Les her um vandamerki.
  • Lat altíð kemikalii vera í sama ílati, sum tá tey vórðu keypt,
  • Reingerðarevni mugu ikki blandast við klorini. Eitrandi dampur kann standast av tí,
  • Fá ikki kemikalii á húðina, í eyguni ella niður í lunguni,
  • Nýtsla av sprey, lími og máling kann elva til stórar nøgdir av kemikalium í luftini, og kann tá órógva andaleiðina og virka doyvandi ella ørandi. Brúka tí vørurnar uttandura - um tað ber til - ella syrg fyri, at lufta væl út.

 

Soleiðis handfer tú serliga dálkandi burturkast

  • Sum meginregla skulu allar vørur við einum ella fleiri vandamerkjum burturbeinast sum serliga dálkandi burturkast,
  • Burturbeining av innihaldi og íløtum skal fara fram sambært galdandi skipanum til serliga dálkandi burturkast,
  • Bæði vatn- og oljugrundað máling kann innihalda kemikalii, og skulu restir frá máliarbeiði handfarast sum serliga dálkandi burturkast. Hetta er tó ikki galdandi fyri undirlag (papp, plast, klæði o.l.), sum hevur verið breitt út sum verju móti spilli, og tí er dálkað við máling.

 

Les meira um serlig dálkandi burturkast her.


 

Svanurin og Blóman

Umhvørvismerkini gera tað lætt og skjótt at finna umhvørvisvinarlig húsarhaldskemikalii. Les meira um umhvørvismerkir her. Tá ein vøra er merkt við Blómuni ella Svananum, er tað trygd fyri:

  • At vøran er millum tær minst umhvørvistyngjandi av sínum slag,
  • At atlit eru tikin at tínari heilsu,
  • At góðskan er góð.

 

Svana- og Blómumerkt húsarhaldskemikalii 

 

Burturbeining

Aftan á nýtslu eiga hesi kemikalii at verða beind burtur sum serliga dálkandi burturkast. Ein skeiv burturbeining kann seta tína egnu heilsu og umhvørvið í vanda. Les meira um burturbeining av burturkasti her.
 

 

 

 

Vit tú vita meira?
Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella skriva til okkara á us@us.fo

 

Húsarhaldskemikalii