140x140

Battarí

Tað eru nógv ymisk sløg av battaríum. Felags fyri øll battarí er, at tey eru bygd upp av einari ella fleiri kyknum, har kemisk orka verður gjørd um til elektriska orku. Nøkur battarí innihalda skaðiligu evnini blýggj, kadminum, lithium og kyksilvur, nøkur innihalda eisini etjandi sýru ella lút.  

Dømi um dálkandi evni í battarí'um:

 

  • Kadmium (Cd)
 
  • Lithium (Li) 

 

 

Svanurin og blóman

Umhvørvismerkini gera tað lætt og skjótt at finna umhvørvisvinarligar vørur. Les meira um umhvørvismerkir her. Tá ein vøra er merkt við Blómuni ella Svananum, er tað trygd fyri:

  • At vøran er millum tær minst umhvørvistyngjandi av sínum slag,
  • At atlit eru tikin fyri tínari heilsu,
  • At góðskan er góð.

 

 

Svana- og Blómumerkt battarí 

  •  Endurløðibattarí                                                                       

 

 

Burturbeining

Tað er umráðandi, at battarí, sum innihalda skaðiligu evnini blýggj, kyksilvur og kadmium, verða burturbeint rætt.

Battarí, ið eru merkt við viðkomandi kemiska heitinum, ávikavist Pb, Hg og Cd í einum sirkli, skulu latast innaftur har tey eru keypt, ella burturbeinast sum serliga dálkandi burturkast.

Summi knappacellubattarí innihalda kyksilvur, men eru ofta ikki merkt nóg væl. Tí hevur tað stóran týdning, at tú letur øll knappacellubattarí innaftur, ella koyrir tey í posan til serliga dálkandi burturkast.

Smáar nøgdir av arseni kunnu vera í battaríum, sum verða brúk í bilum, eisini hesi skula burturbeinast sum serliga dálkandi burturkast.
Les meira um burturbeining av burturkasti her.
 

 

Konsentrerað orka

Legg til merkis, at eitt battarí er eitt ílat við koncentreraðari orku. Skeiv handfaring kann føra til, at orkan við eitt verður frígivin. Battaríið gerst tá sera heitt, og í ringasta føri kann tað spreingjast. Royn tí ongantíð at endurløða einnýtisbattarí. Umráðandi er eisini at brúka egnaðar løðarar til battarí, ið kunnu endurløðast.

 


Les hvat onnur skriva

 

Vit tú vita meira?
Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella skriva til okkara á us@us.fo

 

Battarí