140x140

Suttur og suttufløskur

Kemiska evnið bisfenol A varð fyri nøkrum árum síðani funnið í suttum og suttufløskum. Umframt nógva umrøðu í fjølmiðlunum, hevur bisfenol A eisini elvt til stúran hjá pinkubarnaforeldrum. Gev gætur, at bisfenol A ikki er í tí partinum av suttuni, sum barnið sýgur.

 

Um tú vilt tryggja tær, at barn títt ikki kemur í samband við bisfenol A (onkuntíð stytt BPA), lat so vera við at geva barninum suttur og suttufløskur úr polycarbonat, sum er eitt slag av plasti, sum ofta er merkt við styttingini ’PC’. Fyrr vóru næstan allar suttufløskur á handilshillunum framleiddar úr polycarbonati, ið kann lata frá sær smáar nøgdir bisfenol A.

 

Bisfenol A er undir illgruna fyri at órógva hormonjavnvágina. Vísindafólk eru tó ósamd um, hvussu nógv bisfenol A skal til, áðrenn árin vísa seg.
 
Kanningar vísa, at nøgdin av bisfenol A, ið pinkubarnið fær frá pulvurmjólk úr polycarbonatsuttufløskum, er undir markinum, sum matvørumyndugleikarnir hava sett í mun til, hvat fólk tola (Tolerabel Daily Intake). Hóast hetta, hevur danska Fødevarestyrelsen valt at banna sølu av millum øðrum suttufløskum og tútakoppum við bisfenol A. Bannið er grunda á, at vísindafólk als ikki eru samd um, hvussu vandamikið bisfenol A er.

 

Í Danmark varð forboði sett fyri suttufløskum og tútakoppum við bisfenol A 1. juli 2010. Einki slíkt forboð er í Føroyum, og tí er møguleiki fyri, at suttufløskur við bisfenol A eru at finna á handilshillunum.

 

Les um kemiska evnið bisfenol A her

 

 

Suttur við skjøldri úr polycarbonati eru ikki vandamiklar

Skjøldur á suttum er viðhvørt eisini úr polycarbonati. Kanningar eru gjørdar av suttum við skjøldri úr polycarbonatplasti fyri at meta um, hvussu nógv bisfenol A slíkar suttur lata frá sær. Úrslitini vísa, at tað ikki er vandamikið hjá børnum at brúka suttur við skjøldri úr polycarbonati.

 


Hyggjuráð

  • Keyp ikki suttufløskur úr polycarbonatplasti.
  • Keyp suttufløskur, har tað er greitt, at vøran ikki inniheldur bisfenol A.
  • Um tú vil binda um heilan fingur, og fyribygja, at barnið hjá tær kemur í samband við bisfenol A, kanst tú keypa suttur við skjøldri, ið ikki er úr polycarbonat.  
  • Legg til merkis, at tú ikki altíð sært, hvørjum plasti suttuskjøldurin ella suttufløskan er úr. Vel tá ístaðin eina vøru, ið vísir, hvørjum plasti, hon er gjørd úr. 

 

Burturbeining

Suttur og suttufløskur kunnu burturbeinast sum vanligt húsarhaldsburturkast. Les meira her um burturbeining.

 

 

Les hvat onnur skriva

 

Vit tú vita meira?
Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400 ella skriva til okkara á us@us.fo

 

Suttur og suttufløskur