140x140

Smyrsl og røktarvørur

Nógvar smyrsl- og røktarvørur innihalda evni, ið kunnu vera ótespilig at koma í hóslag við, t.d. haldevni, anga, litevni og onnur kemisk evni, ið kunnu elva til ovurviðkvæmi, og sum kunnu dálka umhvørvið

 

Smyrls kann dálka

Dálkandi kemisku evnini finnast í púra vanligum røktarvørum, t.d. tannkremi, sjampo, handsápu og kremi, umframt í make-up, smyrsli til børn og í tatoveringum.

Haldevnir og angi (parfuma) eru vanligasta orsøkin til ovurviðkvæmi. Tí eiga fólk við ovurviðkvæmi at royna at halda seg burtur frá hesum evnum.

  

Dømi um dálkandi evni í smyrsli og røktarvørum

 

Góð ráð um smyrsl

  • Keyp umhvørvismerkt smyrsl, sí her

Svanurin og Blóman

Umhvørvismerkini gera tað lætt og skjótt at finna umhvørvisvinarliga smyrsl. Les meira um umhvørvismerkir her. Tá ein vøra er merkt við Blómuni ella Svananum, er tað trygd fyri:

 

Burturbeining

Óbrukt smyrsl og leivdir av smyrsli skulu burturbeinast sum serliga dálkandi burturkast. Tóm íløt, sum smyrsl hevur verið í, skulu tó burturbeinast saman við vanliga húsarhaldsburturkastinum.
Les meira um burturbeining av burturkasti her.
 

Les hvat onnur skriva

  • Les vørulýsingina og lat vera við at keypa vørur, um tað ikki ber til at fáa greiðar upplýsingar um vøruna.

  • Vel vørur uttan anga, tá til ber.

  • Avmarka nýtsluna av kremi o.ø. vakurleikavørum mest møguligt, um      tú ert við barn ella gevur bróst.
     

  • At vøran er millum tær minst umhvørvistyngjandi av sínum slag,

  • At atlit eru tikin at tínari heilsu,

  • At góðskan er góð.

  • Miljøstyrelsen.dk Tips om makeup og rensemidler

  • Forbrugerkemi.dk Ráð um make-up

 

Smyrsl og røktarvørur