140x140

Sápa og sjampoo

Hóast sápa og sjampo taka burtur óreinsku úr hári og húð, so kunnu slíkar vørur - tvørt at siga- innihalda evnið, sum dálka umhvørvið.

 

Evnir í sápu og sjampo kunnu dálka umhvørvið

Sápa og sjampo kunnu innihalda óynsktu evnini muskxylen, triklosan og siloxan (D5). Í øðrum londum, m.a. Noreg, verður arbeitt fyri at steðga nýtsluni av hesum evnum.

Sápa og sjampo kunnu eisini innihalda ymisk sløg av parabenum (t.d. ethyl- og methylparaben), sum gera, at vøran ikki spillist ov skjótt. Nøkur av parabenunum eru undir illgruna fyri at ávirka hormonjavnvágina, bæði hjá fólki og djórum.

Harafturat kunnu evnir í sápu og sjampo, ið elva til ovurviðkvæmi, vera ein trupulleiki.

 

Dømi um dálkandi evni í sápu og sjampo: 

 

Góð ráð um sápu og sjampoo

  • keyp umhvørvismerkta sápu og sjampo, sí her.

  • brúka ikki meira sápu enn neyðugt er


Svanurin og blóman

Umhvørvismerkini gera tað lætt og skjótt at finna umhvørvisvinarliga sápu og sjampoo. Les meira um umhvørvismerkir her. Tá ein vøra er merkt við Blómuni ella Svananum, er tað trygd fyri:

  • At vøran er millum tær minst umhvørvistyngjandi av sínum slag

  • At atlit eru tikin fyri tínari heilsu

  • At góðskan er góð

 

Burturbeining

Óbrukt sápa og sjampo og tóm íløt skulu burturbeinast saman við vanliga húsarhalds-burturkastinum. Les meira um burturbeining av burturkasti her.

 

Les hvat onnur skriva

 
 

Vit tú vita meira?
Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400 ella skriva til okkara á us@us.fo

 

Sápa og sjampo