140x140

Lýsing av viðarvøkstri í Føroyum

Umhvørvisstovan - Viðarvøkstur og frílendi, hevur gjørt eitt yvirlit, sum stuttorðað greiðir frá okkara arbeiðið og royndum við viðarvøkstri seinastu áratíggjuni.

Trýst her og tú fært listan (pdf-fíla) fram.

Íalt eru omanfyri 460 ymisk plantusløg og avbrigdi umrødd á listanum, soleiðis sum hann er tøkur nú. Lýsingin er ikki fullfíggjað, men er ætlað sum ein stuttorðað leiðbeining, ið tekur støði í samlaðu royndunum av plantunum yvir eitt longri tíðarbil; bæði á Gróðurstøðini í Mið Hoydølum, í viðarlundunum, men eisini í ymsum gørðum kring landið.

Umframt lýsingina í orðum, er somuleiðis eitt talmerkt viðmæli av hvørjum vøkstri sær við á hesum listanum. Viðmælið er eitt samanumtikið skotsmál, víst í talvirðunum: -1 = vrakað, 0 = lítið roynd, 1 = trívst vánaliga, 2 = trívst hampiliga væl, 3 = trívst frálíka væl, soleiðis at lesarin vónandi lættari fær gjørt sær eina meting av tí tilfari, hann leitar eftir.

Leitað kann verða í hesum listanum eftir ávísum orðingum, nøvnum o.tíl. Ætlanin er, at kunningin, ið er savnað á hesum listanum, seinni skal verða grundarlag undir einum dátugrunni, har viðskiftafólk kunnu leita sær upplýsingar beinleiðis um ávís plantusløg, nýtslu av teimum, myndir o.s.fr.

Slík kunning verður ongantíð fullfíggjað, tí nýggj vitan legst til við tíðini. Eisini eru nógv viðskiftafólk kring landið, ið hava drúgvar royndir við ymsum viðarvøkstri í teirra gørðum o.tíl. Teimum frætta vit fegin frá, um tey hava viðmerkingar, ið kunnu dugna dygdini á hesum listanum. Vónin er nevniliga, at umstøður verða til at halda listan so dagførdan, sum gjørligt. 

Tað er Tróndur Leivsson, landsskógarvørður, ið hevur skrivað yvirlitið í samstarvi við Rakul Dam Lindberg, røktarleiðara á Gróðurstøðini. Orðafragd, við Marjun Arge Simonsen, hevur veitt málfrøðiliga ráðgeving. 

 

Vilt tú vita meira um viðavøkstur í Føroyum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo.

Lýsing av viðarvøkstri