140x140

Ofta spurt um kort og adressur

Hvørjar støddir av føroyakortum eru til?
Ber til at keypa føroyakort (pappírskort) á Umhvørvisstovuni?
Ber til at fáa/keypa teldutøk (digital) føroyakort?
Ber til at fáa teldutøk (digital) grundkort og matrikulkort?
Ber til at síggja kort á internetinum?
Hvar síggi eg, hvat mín adressa er?
Eg haldi, at mín adressa er skeiv. Hvat skal eg gera?
Eg havi fingið bræv frá kommununi um at mín adressa er broytt. Skal eg boða nøkrum frá hesum?
Hvat er eitt fixpunkt?
Hvar fái eg upplýsingar um fixpunkt?
Eitt fixpunkt er í vegin. Kann eg taka tað burtur?
Hvussu neyvt er eitt fixpunkt?

Hvørjar støddir av føroyakortum eru til?

Eldri føroyakort finnast í hesum støddum:

1:200.000 Føroyakort 
1:100.000 Føroyakort 80 cm x 122 cm
1:100.000 Føroyakort 80 cm x 61 cm. 2 kortbløð: Sunnari og norðari partur
1:100.000 Føroyakort bók 15,3 cm x 28,5 cm
1:20.000 Topografiskt kort 55 cm x 45 cm. Í alt 37 kortbløð
 

Kortini finnast bæði plan og faldaði og kunnu keypast í bókhandlum.

Nýggjastu topografisku føroyakortini í 1:20.000 finnast einans digitalt.

 
Ber til at keypa føroyakort (pappírskort) á Umhvørvisstovuni?

Nei, Umhvørvisstovan selur ikki føroyakort. Um tú ynskir at keypa føroyakort, mást tú venda tær til bókasølurnar, bensinstøðirnar ella kunningarstovurnar.

Á internetinum ber til at keypa føroyakort frá www.solberg.fo ella her.

 
Ber til at fáa/keypa teldutøk (digital) føroyakort?

Føroyakort í pdfsniði av oyggjum, kommunum, sýslum, markatalsbygdum, postnr. og høgum (hagakort) kunnu heintast á heimasíðuni.

Adressukort at brúka í gis-forritum kunnu heintast her.

 
Ber til at fáa teldutøk (digital) grundkort og matrikulkort?

Kort kunnu frítt heintast (download) á www.foroyakort.fo.

 
Ber til at síggja kort á internetinum?

Á https://www.foroyakort.fo/ ber til at síggja galdandi matrikulkort og adressur. Hesi kort verða dagførd hvørja nátt.

 
Hvar síggi eg, hvat mín adressa er?

Til ber at sláa eina adressu upp á https://www.foroyakort.fo/ og á kortinum sæst, hvar adressan er.
Um hetta ikki hjálpir, er neyðugt at venda sær til kommununa fyri at fáa upplýst adressuna.

 
Eg haldi, at mín adressa er skeiv. Hvat skal eg gera?

Far inn á https://kort.foroyakort.fo/ og slá “skeivu” adressuna upp. Um uppslagið ikki vísir á títt hús á kortinum, er adressan skeiv, og mást tú fráboða viðkomandi um røttu adressuna. Vísir uppslagið hinvegin títt hús á kortinum, er hetta tín adressa í adressuskránni. Um tú framvegis heldur, at hetta skeivt, mást tú seta teg í samband við kommununa.

 
Eg havi fingið bræv frá kommununi um at mín adressa er broytt. Skal eg boða nøkrum frá hesum?

Kommunan boðar Landsfólkayvirlitinum frá broytingini,tí er ikki neyðugt at fráboða almennum og kommunalum myndugleikum. Tú mást tó sjálvur fráboða broytingina til telefonbókina, SEV, Kringvarpið (?), bankar(?) og onnur, tú fært post frá.

 
Hvat er eitt fixpunkt?

Eitt fixpunkt er eitt uppmátingarpunkt, hvørs positión og hædd er kend. Fixpunkt verða brúkt sum støði fyri uppmátingum í sambandi við kortlegging, marknaseting, projektering o. líkn. Meira kann lesast um fixpunkt her.

 
Hvar fái eg upplýsingar um fixpunkt?

Til ber at síggja øll fixpunkt á foroyakort.fo. Síðan kann brúkast bæði á teldu og snildfon.

 
Eitt fixpunkt er í vegin. Kann eg taka tað burtur?

Ja, men best er, um hetta verður fráboða deildini Kort & Skráir á Umhvørvisstovuni áðrenn. Um tú av misgávum hevur flutt eitt fixpunkt, hevði tað verið gott, um tú boðaði okkum frá hesum. Til ber at síggja, hvat nr. punktið hevur á foroyakort.fo.

 
Hvussu neyvt er eitt fixpunkt?

Neyvleikin á ymisku punktunum er rættiliga ymiskur. Neyvleikin á Y og X skuldi verið um 5 cm. Hæddin Z kann verða ógvuliga óviss; óvissur upp á 10 cm eru vanligar. Tað er tí alneyðugt at eftirkanna fixpunktini, um tey skulu brúkast til málingar, har stór krøv eru til neyvleikan.

Stovnurin tekur sær onga ábyrd av, um fixpunkt møguliga skuldu verið skeiv.

 

Ofta spurt