140x140

Sólorkuskipan hjá SEV í Sumba

Góðkenning av umhvørvisárinsmeting

Við hesum verður gjørt kunnugt, at Umhvørvisstovan hin 9. september 2019, við heimild í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni, við seinni broytingum, hevur góðkent: 

Umhvørvisárinsmeting av sólorkuskipan hjá SEV í Sumba

Góðkenningarskrivið sæst her

Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin við umhvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella us@us.fo í seinasta lagi 10. oktober 2019.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.

 

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

 

« Aftur

Kunngerðir