140x140

sp/f Autolakkering í Gøtudali undantak til umhvørvisgóðkenning

Umhvørvisstovan hevur hin 9. september 2019, sambært løgtingslóg um umhvørvisvernd, givið undantak til umhvørvisgóðkenning til:

sp/f Autolakkering í Gøtudali

Avgerðin sæst her og kann kærast til landsstýrismannin við umhvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir, í seinasta lagi mikudag 7. oktober 2019.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

 

« Aftur

Kunngerðir