140x140

Góðkenning av umhvørvisárinsmeting

Við hesum verður gjørt kunnugt, at Umhvørvisstovan hin 17. mai 2023, við heimild í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni, hevur góðkent:

Umhvørvisárinsmeting fyri sólorkuverk hjá P/F Luna á Fútakletti

Góðkenningin er almenn og kann síggjast her

Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin við umhvørvismálum.

Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni teldupostur us@us.fo ella Traðagøta 38, FO-165 Argir, og skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 20. juni 2023.

« Aftur

Kunngerðir