140x140

Sólorkuskipan á smoltstøðini á Fútakletti

Í sambandi við at P/F Luna ætlar at seta eina sólorkuskipan á tekjuna á smoltstøðina á Fútakletti, hevur felagið gjørt eina meting av, hvørji árin ætlanin kann ætlast at fáa á umhvørvið sambært §16 í elveitingarlógini.

Umhvørvisárinsmetingin er almenn. Viðkomandi almenningur, áhugafeløg og myndugleikar hava møguleika at koma við viðmerkingum til umhvørvisárinsmetingina.

Møguligar viðmerkingar skulu vera Umhvørvisstovuni í hend í seinasta lagi týsdagin 4. apríl 2023, og skulu sendast til us@us.fo ella Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, FO-160 Argir.

Umhvørvisárinsmeting kann takast niður her
Fylgiskjal 1 til umhvørvisárinsmetingina kann takast niður her


 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

« Aftur

Kunngerðir