140x140

Lívfiskastøðin í Skálavík fingið umhvørvisgóðkenning

Við hesum verður kunngjørt, at Umhvørvisstovan hin 22. desember 2022, við heimild í løgtingslóg um umhvørvisvernd, við seinni broytingum, hevur góðkent:

Lívfiskastøðina hjá P/F Bakkafrost Farming í Skálavík

Góðkenningin er almenn og kann síggjast á Umhvørvisstovuni og á heimasíðuni www.us.fo.

Umhvørvisgóðkenningin sæst her.                               

Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin í umhvørvismálum. Møgulig kæra skal í seinasta lagi 20. januar 2023 sendast til: Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella til us@us.fo. Umhvørvisstovan sendir síðani kæruna til landsstýrismannin saman við viðkomandi skjølum.
 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

« Aftur

Kunngerðir