140x140

Vindmyllulund í Porkeri

Góðkenning av umhvørvisárinsmeting

Við hesum verður gjørt kunnugt, at Umhvørvisstovan hin 11. november 2019, við heimild í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni, við seinni broytingum, hevur góðkent: 

Umhvørvisárinsmeting av vindmyllulund hjá SEV í haganum Heimari partur í Porkeri

Góðkenningarskrivið sæst her

Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin við umhvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, 165 Argir ella us@us.fo í seinasta lagi 11. des. 2019.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

 

« Aftur

Kunngerðir