Frá 1. juli ber til at søkja um stuðul til at burturbeina oljufýr. Treytin fyri at fáa stuðul er, at lagt verður um til elrikna hitapumpuskipan ella at bundið verður í fjarhitaskipan. Stuðulsupphæddin verður 6.000 kr. fyri hvørja burturbeinda oljufýring.
“Uppgávan at fremja grøna orkuskiftið og seta bindandi veðurlagsmál er ein tann týdningarmiklasta hjá samgonguni. Og nú taka vit enn eitt stig av mongum, við at stuðla niðurtøku av oljufýr. Eg vóni við hesum, at enn fleiri velja at leggja um til grønar hitaloysnir”, sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna.
Umframt at vera enn ein fíggjarlig hjálp til grønu umleggingina, skal stuðulin fyribyrgja, at gamlar oljufýring vera seldar víðari og harvið seinka umleggingina til grønar orkuloysnir í síni heild.
Reglugerðin fyri stuðulsskipanina er at finna her.
Oyðublaðið er tøkt her.
Norðurlendska deildin fyri NetworkN…
20-10-2022
Minst til at boða frá rottu
18-10-2022
Skeið í landmáting
12-10-2022
GNSS dátur eru nú tøkar á netinum
07-10-2022
Burturbeinging av leivdum frá flett…
30-09-2022
Fyrilestur um brúk av dronum í priv…
26-09-2022
Økisfundur um rottu við kommunurnar…
26-09-2022
Villir, vakrir og mettandi urtagarð…
23-09-2022
Umhvørvisstovan á Vísindavøku
23-09-2022
Umhvørvisárinsmeting fyri ætlaða pu…
14-09-2022