Frá 1. juli ber til at søkja um stuðul til at burturbeina oljufýr. Treytin fyri at fáa stuðul er, at lagt verður um til elrikna hitapumpuskipan ella at bundið verður í fjarhitaskipan. Stuðulsupphæddin verður 6.000 kr. fyri hvørja burturbeinda oljufýring.
“Uppgávan at fremja grøna orkuskiftið og seta bindandi veðurlagsmál er ein tann týdningarmiklasta hjá samgonguni. Og nú taka vit enn eitt stig av mongum, við at stuðla niðurtøku av oljufýr. Eg vóni við hesum, at enn fleiri velja at leggja um til grønar hitaloysnir”, sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna.
Umframt at vera enn ein fíggjarlig hjálp til grønu umleggingina, skal stuðulin fyribyrgja, at gamlar oljufýring vera seldar víðari og harvið seinka umleggingina til grønar orkuloysnir í síni heild.
Reglugerðin fyri stuðulsskipanina er at finna her.
Oyðublaðið er tøkt her.
Valkort til Løgtingsvalið
24-11-2022
COP27: Fleiri og betri náttúruloysn…
24-11-2022
Almennur fyrilestur: Deformatiónir …
21-11-2022
Umhvørvisstovan og vinnufeløg kunn…
17-11-2022
Norðurlendskar náttúruloysnir á COP…
16-11-2022
Í dag fer Umhvørvisstovan undir at …
07-11-2022
Tvey nýggj føroyakort eru nú tøk á …
04-11-2022
Eru upplýsingar um teg í Landsfólka…
28-10-2022
Almennir fyrilestrar um staðsetinga…
25-10-2022
Valkort til Fólkatingsvalið
21-10-2022