Frá 1. juli ber til at søkja um stuðul til at burturbeina oljufýr. Treytin fyri at fáa stuðul er, at lagt verður um til elrikna hitapumpuskipan ella at bundið verður í fjarhitaskipan. Stuðulsupphæddin verður 6.000 kr. fyri hvørja burturbeinda oljufýring.
“Uppgávan at fremja grøna orkuskiftið og seta bindandi veðurlagsmál er ein tann týdningarmiklasta hjá samgonguni. Og nú taka vit enn eitt stig av mongum, við at stuðla niðurtøku av oljufýr. Eg vóni við hesum, at enn fleiri velja at leggja um til grønar hitaloysnir”, sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna.
Umframt at vera enn ein fíggjarlig hjálp til grønu umleggingina, skal stuðulin fyribyrgja, at gamlar oljufýring vera seldar víðari og harvið seinka umleggingina til grønar orkuloysnir í síni heild.
Reglugerðin fyri stuðulsskipanina er at finna her.
Oyðublaðið er tøkt her.
CO2-roknarin
15-02-2023
Allir vegir í Skúgvoy skifta nú nav…
08-02-2023
Myndakort frá fylgisveini nú á Kort…
23-01-2023
Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum…
19-01-2023
Nýggjársbál
30-12-2022
Telefon- og avgreiðslutíð millum jó…
22-12-2022
Lívfiskastøðin í Skálavík fingið um…
22-12-2022
Økisfundur um rottu við kommunurnar…
20-12-2022
Umhvørvisstovan luttekur á Jobmatch
19-12-2022
Undirvísing á Glasi
13-12-2022