Gongdin við øktum útláti av vakstrarhúsgassi heldur fram. Samlaða útlátið í 2018 var 905 túsund tons í CO2 eindum , sum er ein vøkstur upp á góð 5 % í mun til 2017. Størra helvtin av vøkstrinum, 2,9 %, skyldast økta nýtslu av sokallaðum F-gassum, sum fyri stóran part eru kølievni, sum verða brúkt umborð á skipum. 1,2 % av vøkstrinum stava frá øktari nýtsla av olju til at framleiða streym.
Myndin niðanfyri vísir, hvussu gongdin hevur verið í útlátinum í ymiskum útlátsbólkum frá 1990 til 2018.
CO2 útlátið frá føroyskum fiskiskipum var mest sum tað sama sum í 2017.
Um søla av olju til útlendsk fiskiskip varð tikin við, var samlaða útlátið í 2018 1,2 mió. tons av CO2 eindum, og vøksturin frá 2017 til 2018 góð 12 %. Útlendsk fiskiskip eru ikki við í myndini omanfyri.
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo
« AfturStuðul til niðurtøku av oljufýrum
03-07-2023
Umhvørvisárinsmeting fyri útbygging…
03-07-2023
Staðsetingardepilin: skeið í m.a. f…
20-06-2023
Kristina Olsen útlærd
14-06-2023
Fríggjadagin 9. Juni 2023 er stongt
06-06-2023
Umhvørvisárinsmeting fyri sólorkuve…
23-05-2023
Bjarni Kárason Petersen, landstýris…
27-04-2023
Stuðul til viðarvøkstur
17-04-2023
Avmarkingar í siglingarferð kring R…
15-04-2023
Stuðul til náttúru-, umhvørvis- og …
14-04-2023