140x140

Soleiðis skulu vit halda rottuni niðri – og burturi

01-10-2019 | Stovnurin

Umhvørvisstovan hevur nú gjørt eina vegleiðing til allar kommunur um, hvussu rotta skal haldast niðri ella heilt burturi, tá vit tosa um rottufríar oyggjar. Fyrsta boð er, at øll eiga at boða frá beinanvegin, tey hava illgruna um rottu.

Umhvørvisstovan hevur skrivað eina vegleiðing til kommunurnar, har gjølla verður greitt frá, hvussu kommunur eiga at fyribyrgja spjaðing av rottu, og hvussu farast skal fram, tá ein tilburður er staðfestur. Serligt fyri Føroyar er, at vit hava 11 oyggjar, sum eru rottufríar. Vit eiga at gera alt fyri at verja hesar oyggjar móti innrás av rottu, sigur Umhvørvisstovan í vegleiðingini.

 

Skjót kanning eftir fráboðan

Fyrsta boð í stríðnum móti rottuni er, at øll  eiga at boða frá beinanvegin, um tey halda seg síggja ella hoyra tekin um rottu. Kommunan er rætti móttakari av boðunum. Og hon eigur at vera klár - fyrst til at kanna, um rotta er á fráboðaða staðnum, meta um, hvussu nógvar rottur eru, og síðani at seta inn við røttu týningaramboðunum.

Skilagott er at gera meting av tali av rottu áðrenn týning verður sett í verk.

 Tann, ið er aktingarfólk (hevur ábyrgd av týningini) hjá kommununi, leggur tá út eitt  evni, sum rottan etur. Nøgdin, ið verður etin, kann geva eina ábending  um, hvussu nógvar rottur eru, og hvussu tær ferðast í einum avmarkaðum øki.

Er talan um eina ella fáar rottur, ber til at sleppa undan at brúka eitur, men í staðin nýta klappfellur.

 

Ikki styggja rottuna

Er trupulleikin stórur, er neyðugt við eitri, men sera umráðandi er, at útleggingin er skipað. Eitrið eigur ikki at blíva  uppi í tíðarskeiðnum, meðan týnt verður. Eisini er týdningarmikið ikki at styggja rottuna burtur. Heldur rottan til á plássi við nógvum óruddi, kann vera best at týna fyrst og rudda aftaná.

 

Mótstøðuførar rottur

Ein høvuðsorsøk til, at eitringin má stýrast væl, er, at rottan kann verða mótstøðufør móti einum ávísum eiturslagi. Er hon tað, má annað, helst sterkari, evni nýtast. Men einaferð er uppi við valmøguleikum. Tí má roynast at halda eiturnýtsluna so lítla sum til ber, og at hava tað sterkasta eitrið í bakhondini.

 

Farmur og ferjur kunnu hótta

Fyri at verja rottufríu oyggjarnar eigur vøra, ið skal flytast til rottufrí øki, at verða kannað. Ongi hol mugu vera á emballasju og sekkjum. Eitt nú eigur innflutt fóður at verða pakkað út og kannað, áðrenn tað verður sent til rottufría oyggj.

 

Havnaløg skulu yvirvakjast

Havnir, haðani ferjur sigla til rottufríar oyggjar, eru at rokna sum váðaøki, og har skal yvirvøka vera. Tað vil siga, at har skal útgerð setast, sum kann fanga spor av rottu, so sum rottutunlar, ella evni, sum kann etast, sum vísir, at rotta ferðast á staðnum. Um mett verður, at rotta er á staðnum av og á, skal týning setast í verk.

 

”Tú siglir nú til rottufría oyggj”

Tá fólk ferðast til rottufríar oyggjar, eiga tey at verða mint á hetta. Tí verða skelti  sett upp við atløgupláss og umborð á strandfaraskipum, sum siga frá, at nú verður farið til rottufrítt øki.

 

Tá tunlarnir koma

Sandoyggin er rottufrí, sum nú er, men um fá ár gongur undirsjóvartunnil frá einum øki, sum er fongt við rottu, til oynna. Tunlar sum hesin  krevja serlig atlit. Sterkt eitur eigur at verða lagt í slíkar tunlar við javnari frástøðu. Eftilit skal javnan førast við kassunum, har eitrið er í, fyri at fylgja við, um rotta ferðast í tunlinum.

Men eisini um rottan ikki fer til gongu gjøgnum tunnilin, økist vandin fyri innrás, tí væntandi broytast flutningsmynstur eisini, og vandin fyri at rotta verður flutt við bilum veksur. Tí er týdningarmikið at farmur verður væl kannaður, áðrenn hann verður koyrdur til rottufrí øki.

 

Um rottan ger innrás

Um ein kommuna fær fráboðan um tekin um rottu í rottufríari oyggj, skal hon taka sær av málinum innan 24 tímar og seta í verk tilbúgvingarætlanina. Hon umfatar millum annað at leggja eitur og seta fellur upp, seta upp kanningarútgerð, sum kann avdúka rottuspor, og føra eftirlit, til eingi tekin longur eru um, at rotta er á staðnum.

 

Sleppa vit av við rottuna?

Í teimum økjum, har vit longu hava rottu, er skilagott at gera eina endamálslýsing. Er ætlanin at sleppa heilt av við rottuna, er hetta eitt munandi meira krevjandi arbeiði enn um málið er at halda stovninum niðri. Skilagott er tí at gera eina støðulýsing og gera sær greitt, hvat kommunan ynskir at fáa burtur úr týningini, og hvørji náttúruvirði ein ynskir skulu verjast móti rottuni.

 

Umhvørvisstovan hevur eftirlit við kommununum

Kommunurnar hava ábyrgd av fyribyrging og týning, og at hava eftirlit við øllum virksemi, so tað ikki er við til at nøra um rottuna. Umhvørvisstovan hevur ábyrgdina at ráðgeva og at savna inn skrásetingar frá kommununum fyri at kunna betra um týningina í Føroyum. Umhvørvisstovan hevur eisini eftirlit við, at kunngerðin um rottu verður fylgd, og sambært lóg er tað bara Umhvørvisstovan, sum kann innflyta rottueitur.

« Aftur