140x140

IRF fingið umhvørvisgóðkenning til móttøku, viðger og tyrving av rottangaevju.

05-09-2019 | Dálking og vernd

 

Í sambandi við at IRF fer at gera nýtt tyrvingarpláss úti í Nýggjheiðum í Kvívík, verður ein partur av økinum nýttur til móttøku, viðgerð og tyrving av rottangaevju.

 

Umhvørvisgóðkenning til 1. byggistig, sum umfatar tyrving av tilfari, sum ikki kann brennast ella endurnýtast, varð givin 3. juli 2019.

2. byggistig umfatar móttøku, viðgerð og tyrving av rottangaevju og er umhvørvisgóðkenningin av hesum orðað sum eitt ískoyti.

Virkið ferð at hava ein kapasitet soleiðis at tað kann taka ímóti rottangaevju frá øllum landinum.

Virki, sum hava goymslu, varðveitslu ella viðgerð av burturkasti annars, eru í bólki G í fylgiskjali til umhvørvisverndarlógina. Hesi virki eru fevnd av kapittul 5 í lógini, og skulu tí hava umhvørvisgóðkenning.

Endamálið við umhvørvisgóðkenningini er at fyribyrgja og avmarka dálking av náttúru og umhvørvi og at fyribyrgja og avmarka heilsuskaðar og ampar, sum kunnu standast av virkseminum.

 

Í góðkenningini setur Umhvørvisstovan treytir um innrætting og rakstur, sýnistøku og kanningar av spillivatni.
 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

« Aftur