140x140

Klaksvíkar Sleipistøð umhvørvisgóðkend

29-08-2019 | Dálking og vernd

Virksemið hjá KSS í Klaksvík hevur fingið umhvørvisgóðkenning

Umhvørvisstovan hevur tann 28. aug. 2019 givið virkseminum hjá KSS í Klaksvík umhvørvisgóðkenning. Í góðkenningini eru m.a. settar treytir til innrætting og rakstur av virkinum, fyri at fyribyrgja og avmarka dálking av umhvørvinum frá virkseminum.
Virksemið á KSS er ný- og umbygging eins væl og umvælingar og viðlíkahald av skipum og øðrum flótandi eindum, sum antin liggja við kai ella verða tikin upp. Talan er bæði um stál-, aluminium-, glasfibur- og timburskip.
Í umhvørvisgóðkenningini er serligur dentur lagdur á, at útlátið av dálkandi evnum til bæði sjógv og luft, er so lítið sum gjørligt. Harafturat er treyt sett til, at KSS skal hava eina umhvørvisstýrisskipan, sum m.a. inniheldur skrivligar mannagongdir fyri stýring  av virkseminum hjá KSS, so sum røkt av reinsiskipan, dálkingaravmarkandi tiltøk og fyribyrging av óhappum.
Eisini er dentur lagdur á, at virksemið ikki elvir til luktampar ella óljóðsampar í nærumhvørvinum.

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

« Aftur