140x140

Tvinni sløg av vespum eru higartil í Føroyum. Vespula vulgaris, vanlig vespa, og vespula germanica, týsk vespa, sum sæst á hesi myndini.

Tíðindaskriv: Nýggjar vísindaligar greinar um innræsin djór í Føroyum

Í dag eru tvær nýggjar vísindaligar greinar komnar út um innræsin djór í Føroyum. Onnur greinin er um vespurnar í Føroyum. Hana hava Sjúrður Hammer á Umhvørvisstovuni og Jens-Kjeld Jensen, náttúrufrøðingur, skrivað. Hin er um silvurfiskar, og hana hava Elisabet Thomsen, MSc lesandi, Sunnvør í Kongsstovu og Hans Atli Dahl frá Amplexa Genetics og Svein-Ole Mikalsen frá Fróðskaparsetri Føroya skrivað.

Báðar greinarnar eru givnar út í tíðarritinum BioInvasions Records, ið setur fokus á gransking innan innræsnar djóra- og plantuættir í vistskipanum. Fleiri og fleiri innræsin djór og plantur eru at síggja í Føroyum, og vit kenna ikki vistfrøðiligu avleiðingarnar av hesum, tí vit hava ikki eftirlit við ávirkan teirra á náttúruna. Men nógv dømi eru úr øðrum londum, har innræsin djór hava havt stóra ávirkan á vistskipanina og samfelagið, tey koma til. Tí átti tað at verið ein samfelagslig raðfesting at fingið lívfrøðiliga trygd fyri at tálma og forða fyri, at innræsin djór verða drigin til Føroya, siga høvundarnir.

Vespur í Føroyum

Tá ið vespan í 1999 fekk fótafesti í Tórshavn var hetta seinasta oyggjasamfelag í Norðuratlantshavi, har tær framvegis ikki høvdu gjørt innrás. Vit kenna hvørki vistfrøðiligu ella fíggjarligu avleiðingarnar av, at vespur komu til Føroya, men í øðrum partum av heiminum, har hetta hevur verið granskað, er ongin ivi um, at vespur kunnu vera til stóran skaða fyri náttúru og fólk.

Gjøgnum samskifti við føroyingar um alt landið hava Jens-Kjeld Jensen og Dorete Bloch, sála, fylgt neyvt við, hvar vespur hava spjatt seg í Føroyum og hvørji sløg tær eru. Tað eru nevniliga tvey sløg av vespu í Føroyum – tann vanliga (Vespula vulgaris) og tann týska vespan (Vespula germanica).    

Av tí at vit hvørki hava avmarkingar ella tamarhald á flutningi av lívfrøðiligum tilfari til Føroya ella millum oyggjar er tað, sambært høvundunum, sera sannlíkt, at fleiri sløg av vespum og øðrum innræsnum djórum verða drigin til Føroya við tíðini, og at tær eisini fara at spjaðast runt um í landinum. Tó er tað gleðiligt at kunna staðfesta, at vespan hevur ikki fingið fótafesti í nakrari oyggj í Føroyum, har siglt verður ímillum, og at hetta kanska kann vera ein ábending um, hvussu hon spjaðist í Føroyum. Tað er tó rættiliga sannlíkt, at vespan hevur tætt samband við menniskjaligt virksemi í landinum, og at tað eisini er soleiðis, hon upprunaliga kom til landið.

Granskingarráðið hevur stuðlað við ”Open Access” kostnaðinum, so greinin er tøk hjá øllum at lesa uttan gjald.

Silvurfiskur í Føroyum

Á vári 2017 fór ein BSc verkætlan í gongd á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, ið var eitt samstarv millum Amplexa Genetics og Fróðskaparsetur Føroya. Verkætlanin var um tann vanliga silvurfiskin, silvurkykt (Lepisma saccharina), sum leingi hevur verið kendur í Føroyum. Tað var í hesum sambandi, at eitt nýtt slag av silvurfiski var staðfest í Føroyum. Hetta slagið hevur latínska navnið Ctenolepisma longicaudata, og fekk føroyska navnið bustsilvurkykt.

Bustsilvurkyktið er eitt fyrndargamalt veingjaleyst skordýr, og er í slekt við silvurkyktið. Silvurkyktið trívist best har tað er slavið og heitt, meðan bustsilvurkyktið tolir betur turrari umhvørvi. Bustsilvurkyktið er størri, ljósari á liti og er lodnari enn silvurkyktið. Hvørki bustsilvurkyktið ella silvurkyktið eru vandamikil fyri menniskju, men teimum dámar væl føði, ið inniheldur nógv stívilsi. Tað vil siga, at tey kunnu leggjast á t.d. pappír, bøkur, lím og klæðir, og tí kunnu tey vera ein trupulleiki á bókasøvnum, fornminnissøvnum og øðrum søvnum. Í hesi grein var ikki bert staðfest, at bustsilvurkyktið er at finna í Føroyum, men eisini at tað er sera vanligt her. Bustsilvurkykt var staðfest á minst sjey av oyggjunum í Føroyum. Hetta kann merkja, at hesin silvurfiskurin hevur verið í Føroyum í longri tíð.

Stutt, føroysk frágreiðing um greinarnar er niðanfyri. Greinarnar eru ”Open Access”, sum merkir, at lesarin nýtist ikki at gjalda fyri at lesa greinarnar. Tær kunnu lesast her: 

https://www.reabic.net/journals/bir/2019/3/BIR_2019_Hammer_Jensen.pdf

https://www.reabic.net/journals/bir/2019/3/BIR_2019_Thomsen_etal.pdf

« Aftur