140x140

Umhvørvisárinsmeting fyri útbygging av MEST á Skála

03-07-2023 | Dálking og vernd

MEST hevur ætlan um at gera nýggja turrdokk norðan fyri verandi dokk á Skála. Sambært MEST er verandi dokk ov lítil til tey skip, sum í dag verða bygd, og tey, sum ætlandi koma, bæði í Føroyum og í grannalondum okkara. Nýggja dokkin fer at geva MEST møguleikar at veita tænastu til flest øll føroysk skip, samstundis sum dokkin fer at betra um møguleikarnar hjá MEST at bjóða seg fram í altjóða høpi.

Nýggja dokkin verður 150 metrar long, 33 metrar breið og 12 metrar djúp á gáttini. Dýpið minkar inn og frameftir í dokkina, so tað innast er 9 metrar. Vegur (partvís tunnil) verður gjørdur frá bryggjuøkinum niður í dokkina. Víddin á nýggju dokkini er 4.300 m2.

Í hesum sambandi hevur MEST lati gera eina lýsing av ætlanini og eina meting av, hvørji árin ætlanin kann hava á umhvørvi kring staðið, har dokkin ætlandi verður løgd, m.a. ljóðsimuleringar og kanningar av botntilfari út fyri bedingini og verandi dokk.

Áðrenn árinsmetingin verður viðgjørd, skulu viðkomandi myndugleikar, stovnar, áhugafeløg og almenningurin hoyrast. Almenn lýsing er her. Har finnur tú umhvørvisárinsmetingina við fylgiskjølum.

Freistin at gera viðmerkingar til árinsmetingina er seks vikur. Møguligar viðmerkingar skulu sendast til us@us.fo ella til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, og skulu vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 14. august 2023.

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost á us@us.fo

« Aftur