140x140

Staðsetingardepilin: skeið í m.a. fjarleiting (remote sensing)

20-06-2023 | Kort og adressur

Í døgunum 6. – 8. Juni 2023, skipaði Staðsetingardepilin fyri skeiði í m.a. fjarleiting (remote sensing). Undirvísararnir, Luke Bateson og Alessandro Novellina, arbeiða hjá British Geological Survey. Teir hava báðir drúgvar royndir innan jarðeygleiðingar dátur (Earth observation data) so sum fylgissveinamyndir.

Evnir, ið vórðu viðgjørd, vóru InSAR, multispektralar fjareygleiðingar, og hvussu vit kunnu arbeiða við slíkum dátum. Ymisk ókeypis forrit so sum Google Earth Engine, EGMS og Sentinel Hub EO vórðu nýtt í hesum sambandi. Harafturat varð dentur lagdur á, hvussu hendan tøknin kann brúkast í Føroyum.

« Aftur