140x140

Umhvørvisárinsmeting fyri sólorkuverk hjá P/F Luna góðkend

23-05-2023 | Dálking og vernd

Umhvørvisstovan hevur góðkent umhvørvisárinsmetingina fyri sólorkuverk á tekjunum á smoltstøðini hjá P/F Luna á Fútakletti..

Sólorkuskipanin verður uppbygd av 6.000 sólpanelum upp á tilsamans 15.000 fermetrar. Samlaði framleiðslumátturin verður uml. 2.500 kW, og samlaða elframleiðslan væntandi uml. 1.300.000 kWt um árið.

Sambært § 16 í elveitingarlógini skal umhvørvisárinsmeting gerast og góðkennast, áðrenn loyvi til framleiðslu av ravmagni verður givið.
Í árinsmetingini skal verða mett um, hvørjar møguligar fylgjur ætlaða virksemið kann hava fyri náttúru og umhvørvi.

Góðkenningin kann síggjast her

Almenna lýsingin av góðkenningini kann síggjast her

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost á us@us.fo

« Aftur