140x140

Bjarni Kárason Petersen, landstýrismaður í lógarmálum á vitjan

27-04-2023 | Stovnurin

Í gjár, 26. apríl 2023, vitjaði Bjarni Kárason Petersen, landstýrismaður í lógarmálum, Umhvørvisstovuna. Hann varðar av vápnum, navnamálum og landsfólkayvirlitinum, ið eru málsøki hjá Umhvørvisstovuni.

Umboð fyri Umhvørvisstovuna greiddu landsstýrismanninum frá um arbeiðsøkini á stovninum, serliga tey sum landsstýrismaðurin varðar av.

Bjarni fekk handað ein pseudopanax colensoi, ið er aldur á Gróðurstøðini í Hoydølum.

Umhvørvisstovan ynskir Bjarna til lukku við landsstýrissessunum, við vón um gott samstarv.

« Aftur