140x140

Stuðul til viðarvøkstur

17-04-2023 | Stovnurin

Umhvørvismálaráðið umsitur eina játtan á 800 túsund kr., hvørs endamál er at stuðla viðarvøkstri til tess at fríðka um lendi, skapa lívd og rekreativ økir, umframt at verja ímóti jarðarmáan.

Til ber hjá einstaklingum virkjum, feløgum og kommunum at søkja um stuðul.

Umsóknir skulu skrivast á serligt umsóknarblað. Umsóknarblað sæst her. Reglugerðin sæst her.

Freistin at søkja um stuðul er fríggjadagin 28. apríl 2023.

Umsóknir skulu sendast til: Umhvørvismálaráðið, Gongin 7,  100  Tórshavn ella til umhvorvi@umhvorvi.fo

« Aftur