140x140

Stuðul til náttúru-, umhvørvis- og veðurlagsverkætlanir í 2024.

14-04-2023 | Stovnurin

Nú ber aftur til at søkja um stuðul til náttúru-, umhvørvis- og veðurlagsverkætlanir frá norðurlendsku arbeiðsbólkunum undir umhvørvis- og veðurlagssamstarvinum hjá Norðurlendska ráðharraráðnum. Arbeiðsbólkarnir stuðla á hvørjum ári verkætlanum, sum yvirskipað snúgva seg um at steðga missinum av lívmargfeldi, tillaging til veðurlagsbroytingar og burðardygga nýtslu av náttúru á landi og havi. Endamálið er at fremja visjón 2030 um, at Norðurlond skulu vera heimsins burðardyggasta øki við at íverkseta Samstarvsætlanina fyri Umhvørvi og Veðurlag 2019-2024.

Tað ber til at søkja um stuðul innan hesi evnini:

Fyri at fáa stuðul frá norðurlendsku arbeiðsbólkunum eru nakrar av treytunum, at verkætlanin hevur norðurlendskan áhuga og luttøku úr minst trimum Norðurlondum.

Evstamark at søkja um fígging til verkætlanir í 2024 er fríggjadagin 9. juni 2023.

Um tú hevur spurningar, so ber til at venda sær til Fíu Niclasen, samskipara fyri Norðurlendska arbeiðsbólkin fyri lívmargfeldi (NBM), á fian@us.fo ella +298 234341.

Visti tú, at tað ber til at fylgja við Umhvørvis- og veðurlagssamstarvinum hjá Norðurlendska ráðharraráðnum á LinkedIn? Sí meira HER.

« Aftur