140x140

Fyrilestur: Jarðfrøðiligar uppmátingar á landi og í undirgrundini

24-03-2023 | Kort og adressur

Depilin fyri staðsetingarfrøði bjóðar aftur til almennan fyrilestur, hesaferð um Jarðfrøðiligar uppmátingar á landi og í undirgrundini.

Fyrilesturin verður hósdagin 30. mars 2023, kl. 16 - 17, á Náttúruvísindadeildini, Sjóvinnuhúsið, Vestara Bryggja 15, hølið 511. 

Bartal Højgaard, jarðfrøðingur, fer at greiða frá jarðfrøðiligum kanningum, og hvussu hesar verða staðsettar á landi, sjógvi og í undirgrundini. Til dømis fara vit at hoyra um, hvussu tey eru farin frá at gera manuellar mátingar, til at nýta neyvari tól, so sum ultraljóð og lasari.

« Aftur