140x140

Føroyakort í alskyns støddum

14-03-2023 | Kort og adressur

Føroyakort í alskyns støddum eru nú tøk á heimasíðuni føroyakort.fo, sum Umhvørvisstovan rekur. Nýggjastu kortini eru einans 12 cm til longdar og eru í støddini 1:1 mió. Hesi eru vælegnaði at brúka í faldarum, framløgum og í eitt nú ársfrágreiðingum. Eisini finst eitt kort í støddini 1:500.000, sum er vælegnað at prenta í A4 stødd.

Størsta kortið er í støddini 1:20.000. Um hetta skal prentast, er neyðugt við einum 6 metur høgum veggi.

Umframt kort frá nútíðini, finnast eisini yvir 600 søgulig føroyakort á síðuni. Her er eisini talan um kort í alskyns støddum, sum eru frá 1895 til 2013.

Øll kunnu brúka kortini sum teimum lystir - ókeypis. Einasta treyt er, at keldan til korttilfarið, sum er Umhvørvisstovan, verður upplýst.

Kortini liggja her: https://www.foroyakort.fo/tak-datur-nidur/topografisk-kort/

 

« Aftur