140x140

Allir vegir í Skúgvoy skifta nú navn

08-02-2023 | Kort og adressur

Tað var í 2008, at vegirnir í Skúgvoy fingu gøtunøvn og húsini adressur. Kommunan í Skúgvoy hevur nú avgjørt, at broyta gøtunøvnini á øllum vegum í bygdini. 

Nýggju nøvnini hava røtur í føroyingasøguni. 

 

Kirkjuvegur verður til Sigmundarvegur 

Bakkavegur verður til Brestisvegur 

Garðavegur verður til Tórugøta 

Fløttavegur verður til Turiðargøta 

Skúlavegur  verður til Einarsvegur 

Handskavegur (Norður) verður til Tórisvegur 

Handskavegur (Suður) verður tilBeinisvegur 

Umhvørvisstovan hevur góðkent og skrásett nýggju nøvnini í landsadressuskránni og tey síggjast á føroyakort.fo. 

(Rættað 09-02-2023)

Um tú hevur spurningar ert tú vælkomin at seta teg í samband við Umhvørvisstovuna á telefon +298 342400 ella á teldupost us@us.fo

 

 

 

« Aftur