140x140

Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum á vitjan á Umhvørvisstovuni

19-01-2023 | Stovnurin

Í dag, 19. Januar 2023, var Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum á vitjan á Umhvørvisstovuni. Umboð fyri Umhvørvisstovuna greiddu landsstýriskvinnuni frá um arbeiðsøkið hjá stovninum. Eisini fekk landstýriskvinnan høvið til at heilsa uppá starvsfólk á stovninum.

Ingilín fekk handað ein føroyskt framleiddan Winter børk í gávu frá Umhvørvisstovuni.

Umhvørvisstovan ynskir Ingilín til lukku við landsstýrissessunum, við vón um gott samstarv.

 

« Aftur