140x140

Økisfundur um rottu við kommunurnar í Eysturoynni

20-12-2022 | Dálking og vernd

Fyri stuttum skipaði Umhvørvisstovan fyri økisfundi, har aktingarfólk og onnur umboð fyri kommunurnar í Eysturoynni møttust í Skótahúsinum við Løkin. Evnið á fundinum var at fyribyrgja og týna rottu. Slíkir økisfundirhava áður verið í Sandoy, Norðoyggjum og í Vágum.

Endamálið við fundinum var m.a. at kunna um tær uppgávur, sum kommunurnar skulu røkja, fyri at fyribyrgja og týna rottu. Eisini var endamálið at stuðla undir samstarv millum Umhvørvisstovuna og kommunurnar og millum kommunurnar sínámillum.

Tosað varð m.a. um royndirnar, sum kommunurnar hava við at fyribyrgja og týna rottu, og um samstørv við vinnuna um fyribyrgjandi átøkum kring virkir. Eisini vórðu kommunurnar bidnar um at meta um, hvørt trupulleikin við rottu er vaksandi og minkandi ella stendur í stað.

Umhvørvisstovan kunnaði um rottueitur og um hvussu rotta kann týnast effektivt, har dentur varð lagdur á at kanna, hví rotta er á økinum, áðrenn eitur verður lagt út og hvussu best kann fyribyrgjast, at rotta kemur aftur.

Ætlanin er at skipa teir næstu økisfundirnar við kommunurnar í Streymoy og Suðuroy.

Um tú hevur spurningar um ert tú vælkomin at seta teg í samband við Umhvørvisstovuna á telefon 342400 ella á teldupost us@us.fo

« Aftur