140x140

Undirvísing á Glasi

13-12-2022 | Kort og adressur

Starvsfólk á Umhvørvisstovuni vóru fríggjadagin á Glasi og lærdu næmingar at brúka landmátingartól. Hetta var í samband við evnisdagar á Glasi, har evnið var “mørk”. 

Nógv eru mørkini, men í hesum førinum varð hugsað um mørk í millum t.d. tvey grundstykkir og hvørji tól tá kunnu nýtast. 

Undirvísingin var skipað yvir tveir dagar.  

Fyrsta dag lærdu tey grundleggjandi triognometri, og gjørdu teirra egna vinkulmátara.  

Dagin eftir fingu næmingarnir møguleika fyri, at royna seg við einari total statión. Tær praktisku royndirnar vórðu gjørdar inni á Glasi.

 

Hetta er ein liður í at skapa áhuga fyri landmáting, og hvussu hetta er eitt hjálparamboð, ið nógvir ymiskir fakbólkar brúka í dag. Eitt nú starvsfólk á Matrikul og Kort deildini hjá Umhvørvisstovuni, men eisini í kommununum og í privata vinnulívinum, verða landmátingar tól nýtt sum amboð. Serliga verður hetta nýtt í økjum, har tað ikki ber til at máta við GNSS, so sum innandura og í tunnlum.   

 

Hevur tú spurningar ert tú vælkomin at seta teg í samband við Umhvørvisstovuna.  

« Aftur