140x140

Í dag fer Umhvørvisstovan undir at gera sjóuppmátingar uttan fyri innsiglingina til Tvøroyrar og Vágs

07-11-2022 | Kort og adressur

Fyri at bøta um trygd á sjónum er Umhvørvisstovan farin undir at gera sjóuppmátingar uttanfyri innsiglingina til Tvøroyri og Vágs. Hetta arbeiði byrjar í dag.

Hesi sjóøki vera máld av nýggjum av tí at trygdarskipanin í talgildu sjókortunum, ECDIS, ikki riggar í hesum økjunum. Orsøkin er, at óvissan um dýpi og dýpdarkurvar er ov stór. Harumframt eru dýpdarmátingarnar gamlar og ikki so neyvar, sum tær kunnu gerast við nýggjastu tøknini hjá havrannsóknarskipinum Jákup Sverra, ið er leigaður til endamálið.

Við hesum sjóuppmátingum fáa skip og bátar eina munandi neyvari mynd at havbotninum og av skapi av grynnum og boðum, ið ger tað tryggari at sigla í hesum sjóøkjum.

Arbeiðið er mett at taka tveir og ein hálvan dag og støddin á sjóøkinum, ið ætlanin er at máta, er tilsamans 14,4 km2.

Økini sum verða sjóuppmáld eru víst við ljósabláum.

Um tú hevur spurningar ert tú vælkomin at seta teg í samband við Umhvørvisstovuna á telefon +298 342400 ella á teldupost us@us.fo

« Aftur