140x140

Tvey nýggj føroyakort eru nú tøk á foroyakort.fo

04-11-2022 | Kort og adressur

Umhvørvisstovan hevur gjørt tvey nýggj teldutøk føroyakort í lutføllunum 1:500.000 og 1:100.000, sum kunnu heintast á foroyakort.fo. 

Kortið í lutfallinum 1:500.000 er eitt yvirlitskort, sum vísir býir, bygdir og landsvegir og er egnað at prenta í A4 stødd. Kortið kann takast niður her.  

Yvirlitskort 1:500.000

 

Kortið í lutfallinum 1:100.000 er eitt veggjakort og kann takast niður her. Hetta kortið er ment saman við Námi og Trap Danmark og tað ber eisini til at keypa pappírútgávuna á Bókamiðsøluni.  

 

Trap Danmark er í holt við at útgeva eitt stórt bókaverk um Føroyar. Kortið verður við í bókini sum uppískoyti.   

 

Av tí at hetta er fyrsta føroyakortið í lutfallinum 1:100.000 aftaná yvirtøkuna av kortmyndugleikanum, er útgávuheitið 1.0. 

 

Í 2014 gjørdi Føroya Dátusavn eitt føroyakort og í mun til tað kortið, er talan um fleiri broytingar: 

Størsti munurin er, at gamla kortið vísti hæddir við litum. Nýggja kortið hevur 50 metra hæddarstrikur. 

Litirnir á nýggja kortinum frá 2022 vísa hvussu lendið er - tað vil siga um talan er um bygt øki, bø, berligt lendi, mýrulendi ella annað. 

Til vinstru sæst Føroyakortið frá 2014 og til høgru er Føroyakortið frá 2022

 

Harafturat eru aðrar broytingar eru av meira tøkniligum slagi og síggjast ikki beinleiðis á kortinum. Eitt nú er kortið gjørt eftir sama dátugrunni sum topografisku kortini í 1:20.000. Fyrimunurin við hesum er, at er samsvar millum kortini. 

Í 2014 varð nógv gjørt burturúr staðarnøvnunum á kortinum við luttøku av millum annað Staðarnavnanevndini. Úrslitið av hesum arbeiði var, at umleið 1.700 staðarnøvn komu á kortið. Hesi eru varðveitt í nýggja kortinum.   

 

Hevur tú spurningar ert tú vælkomin at seta teg í samband við Umhvørvisstovuna á telefon +298 342400 ella á teldupost us@us.fo. 

« Aftur