140x140

Eru upplýsingar um teg í Landsfólkayvirlitinum skeivar, er møguligt at senda rættingar í sjálvgreiðsluni á Vanganum

28-10-2022 | Landsfólkayvirlit

Sjálvgreiðslan fevnir sostatt bara um rættingar av verandi skráseting og ikki um broytingar.

Skjalprógv er altíð neyðugt í samband við rættingar í Landsfólkayvirlitinum.

Tú kanst eisini boða frá tínum núverandi bústaði uttanlands. Tað er ikki ein løgfrøðiliga bindandi skráseting, men ein tænasta, vit kunnu veita.

 

Treytir í sambandi við rættingar

Fyri at rætta persónsupplýsingar so sum fornavn, millumnavn og eftirnavn er neyðugt at viðfesta navnabræv, dópsbræv ella prógv fyri navnabroyting.

Fyri at rætta hjúnastøðu er neyðugt at viðfesta viðkomandi skjal, t.e. vígslubræv, prógv fyri sundurlesing ella hjúnaskilnaði.

Fyri at rætta limaskap í fólkakirkjuni er neyðugt at viðfesta váttan frá kirkjubóksførandi presti í kirkjusóknini,  har tú ert skrásett/-ur.

Fyri at rætta ríkisborgaraskap er neyðugt at viðfesta ‘Statsborgerretsbevis’ frá Udlændinge- og Integrationsministeriet í Danmark.

Um tú ynskir at broyta navn kanst tú lesa meira um hvussu tú gert tað her

« Aftur