140x140

Almennir fyrilestrar um staðsetingarfrøði

25-10-2022 | Kort og adressur

Depilin fyri staðsetingarfrøði skipar aftur fyri almennum fyrilestrum, sum hesaferð snúgva seg um, hvussu Runavíkar kommuna og Umhvørvisstovan arbeiða við GIS.

Óluva Maria Højgaard, frá Umhvørvisstovuni, fer at halda framløgu um uppbygging av GIS-tema

Tá tað snýr seg um staðsettar dátur, so hevur tað alt at siga, hvussu talvan er skipað, sum hesar dátur eru skrásettar í.

Óluva fer at greiða frá talvunum aftanfyri veg-temað og bygningsskránna hjá Umhvørvisstovuni. Eisini hvussu bygnaðurin av talvunum beinleiðis hongur saman við, hvørjar greiningar ein vil gera, og hvat ein vil visualisera.

At enda fer hon eisini at greiða frá arbeiðinum við bygningsskránni, sum er samstarv við uttanhýsis partar. Hetta snýr seg um at gera rættingar í GIS, soleiðis at ein á tann hátt tryggjar so álítandi dátur, sum til ber.

Sigrid J. Dalsgaard fer at greiða frá um, hvussu Runavíkar Kommuna nýtir GIS

Runavíkar kommuna fór at skráseta í GIS í 2010. Tá var málið at skráseta spillvatnsleiðingar, vatnleiðingar o.a.

Síðani er hentleikin við GIS vaksin, og forrit so sum ArcGIS og Autocad arbeiða væl saman. Harvið ber til at fáa dátur frá Umhvørvisstovuni o.ø. inn í autocad og brúka hesar dátur í t.d. spillvatnsverkætlanum og vegagerð. Tá ber til at síggja fornminni, landsveg-linjur og nógv annað inni í autocad-tekningini.

Runavíkar kommuna brúkar eisini GIS til uppgávustýring, so sum til rottutýning, at reinsa áarinntøk, røkt av grønum økjum v.m. Á fartelefonini kunnu rakstrarfólk fylgja og dagføra hesar dátur.

Við at geva verktakarum atgongd til skipanina, er lættari at skjalfesta og fylgja við verkætlanum.

Fyrilestrarnir verða hósdagin 27. oktober 2022, kl. 16 - 17 á Náttúruvísindadeildini, Sjóvinnuhúsið, Vestara Bryggja 15, høli 511

« Aftur