140x140

Altjóða dagur fyri lívmargfeldi – ein varskó-dagur

22-05-2020 | Dálking og vernd

 

 ”Ein náttúrukreppa”, nevna norðurlendsku náttúrumyndugleikarnir  støðugt minkandi lívmargfeldið í heiminum. Ein millión djóra- og plantusløg eru hótt. Og ilt er at fáa eyga á átøk, sum muna. Altjóða margfeldissáttmálin CBD (Convention on Biological Diversity) hevur 20 mál, men bert í  fýra teirra er nøkur framgongd, sum er verd at tosa um. Eisini í okkara egna øki, í Norðurlondum sjálvum, er margfeldið hótt, og eisini her eru ov fá átøk. Eitt nú eru fleiri flugusløg, sum eru alneyðug fyri nøringina hjá plantusløgum, vit nýta til matna, í vanda. Glottar eru tó. Sambært altjóða margfeldissáttmálanum skulu londini friða minst 17 prosent av sínum landøki. Hetta hava eitt nú Danmark, Noreg og Ísland gjørt, meðan Svøríki og Finnland ikki eru komin á mál enn. Føroyar hava eisini tikið undir við sáttmálanum, men enn er ongin uppgerð av, hvussu hepnast okkum at røkka málunum í lívfrøðiliga margfeldissáttmálanum.

Norðurlandaráðið hevur sett upp 10 fakta um lívmargfeldið í Norðurlondum her.

https://www.norden.org/en/node/44093

« Aftur