140x140

Krøv til útfylling í Álakeri

20-05-2020 | Dálking og vernd

Tórshavnar havn ætlar at gera bátahyl í Álakeri til umleið 200 - 250 bátar. Talan er um at gera grótkast á umleið 200 m. Atløgusíða verður gjørd fram við landi, og verður henda umleið 140 m.  Eisini verður ein hella framman fyri verandi neyst sprongd burtur fyri at tryggja dýpið við bátabrúgvarnar.

Okkurt um 56.000 m3 av gróti verða fylt út á sjógv. Hetta fer at leggja 9.500 m2 av botni undir grót. Grótið verður ætlandi fingið til vega frá tveimum ymiskum støðum/veitarum. Umleið 23.000 m3 av gróti kemur av eini goymslu á Skjarðshjalla har sprongt grót frá lendisarbeiðinum í sambandi við Biogasverkið liggur. Grót fæst eisini til vega frá grótbrotinum hjá Landsverki í Hundsarabotni. Haðani skulu okkurt um 28.000 m3 fáast. harav umleið 23.000 m3 er stórt grót at leggja sum dekkgrót.

Umhvørvisstovan metir at útlát serstakliga av plasti í sambandi við arbeiðið at gera oman fyri nevndu verkætlan kann hava týðandi árin á umhvørvið.

Út frá hesum metir Umhvørvisstovan, at Tórshavnar havn skal hava umhvørvisgóðkenning til at gera útfyllingina, hóast virksemið, sum tað at gera útfylling á sjógv, ikki er nevnt í fylgiskjalinum til umhvørvisverndarlógina. Heimild fyri at krevja, at virksemi, sum ikki er nevnt í fylgiskjalinum til umhvørvisverndarlógina, skal søkja um umhvørvisgóðkenning, tá ið mett verður, at serligur tøvur á tí, er í § 28 í løgtingslóg um umhvørvisvernd.

Umhvørvisstovan hevur tí tikið avgerð um, at Tórshavnar havn skal hava umhvørvisgóðkenning til virksemið at gera útfyllingina, sambært § 28 í løgtingslóg um umhvørvisvernd.

Tórshavnar havn søkti í mars 2020 um umhvørvisgóðkenning av arbeiðinum.

Í umhvørvisgóðkenningini setur Umhvørvisstovan treytir til, hvussu arbeiðið skal fara fram og serliga við atliti at mannagongdum til at fyribyrgja at spreingileidningar enda úti í náttúruni.

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Sjúrður J. Ferjá, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

« Aftur