140x140

Søk stuðul til umhvørvis- og veðurlagsverkætlanir

18-05-2020 | Dálking og vernd

Ert tú virkin í arbeiðinum at virka fyri burðardyggari nýtsla av náttúruni og fyribyrgja veðurlagsbroytingum, so ber nú til at søkja um stuðul til verkætlanir frá norðurlendsku arbeiðsbólkunum undir Umhvørvis- og veðurlagssamstavinum hjá Norðurlanda ráðharraráðnum, um hesi evni:

 
Á hvørjum ári letur Norðurlanda ráðharraráðið  fígging til verkætlanir, sum virka fyri íverksetan av Samstarvsætlan fyri Umhvørvi og Veðurlag 2019-2024. 
 
Treyt fyri fígging frá norðurlendsku arbeiðsbólkunum er millum annað, at verkætlanin hevur norðurlendskan áhuga, og luttøku úr í minsta lagi trimum norðurlondum.
 
Les meira um mannagongdina at søkja um fígging á heimasíðuni hjá Norðurlanda ráðharraráðnum.
 
Eisini ber til at venda sær til, Siggu Jacobsen, samskipara fyri Nordisk arbejdsgruppe for Biologisk Mangfold, NBM, siggaj@us.fo, +298 234346.
 
Evstamark at søkja um fígging er mánadagin 3. juni 2020
 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Siggu Jacobsen, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

Mynd á forsíðuni: Annie Spratt á  www.unsplash.com

« Aftur