140x140

Vindorkuverkið í Porkerishaga fingið umhvørvisgóðkenning

07-05-2020 | Dálking og vernd

Umhvørvisstovan hevur hin 5. mai 2020 veitt P/F Vindfelagnum í Neshaga, sum er dótturfelag hjá elfelagnum SEV, umhvørvisgóðkenning til sjey vindmyllur í Porkerishaga.

P/F Vindfelagið í Neshaga ætlar at seta sjey vindmyllur av slagnum Enercon E-44/900 kW í Heimara parti í Porkeri. Hvør mylla er 45 metrar høg, hevur eitt veingjabreiði upp á 44 metrar og ein framleiðslumátt upp á 0,9 MW. Tilsamans er mátturin 6,3 MW og vindmyllurnar fara væntandi at framleiða umleið 20 GWh um árið tilsamans. Vindmyllurnar fara at standa í 2-300 metra hædd, umleið 1,5 km vestur frá landsvegnum um Porkerisháls.

Simuleringar eru gjørdar av óljóði og skuggakasti frá vindmyllunum. Óljóð stavar í høvuðsheitum frá veingjunum á myllunum. Skuggakast kemur mest fyri, tá sólin stendur lágt á luftin og sólin skínur ígjøgnum veingjabreiðið hjá myllunum.

Mett verður ikki, at ampi verður av óljóði ella skuggakasti við næst bygda øki. Tað eru meira enn 1,5 km frá myllunum til næstu sethúsini í Porkeri og í Hovi.

Umhvørvisgóðkenningin er her

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Ingvard Fjallstein, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

« Aftur